fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til umhvørviskanningar

Starvsfólk til umhvørviskanningar

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til at gera umhvørviskanningar innan altjóða verkætlanina Arctic Monitoring and Assessment Progamme (AMAP). AMAP er ein verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fylgja við dálkingarstøðuni í umhvørvinum í arktiska økinum.

 

Til ber at lesa meira um AMAP-verkætlanina her.

 

Starvið

Verkætlanin snýr seg um at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Arbeiðið fevnir m.a. um at taka sýni, viðgera dátur og skriva frágreiðingar og greinar, umframt ymisk fyrifallandi arbeiðið.

 

Starvið verður skipað á deildini Vernd, og tú verður partur av granskingartoyminum á deildini.

 

Førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú MSc í lívfrøði, evnafrøði ella líknandi. Tað er umráðandi, at tú hevur tøkniligt tev og hevur lætt við at seta teg inn í nýggj forrit og telduskipanir. Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum, er nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort.

 

Góðir førleikar innan dátuviðgerð og forrit, sum t.d. R, SQL, ella GIS, er ein fyrimunur.

 

Setan

Starvið er tíðaravmarkað til fyribils tvey ár við møguleika fyri leingjan. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

  

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. januar 2025.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrina Hoydal, umhvørvisgranskara og toymisleiðara á katrinh@us.fo, tlf.  234371, ella Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd,  siggaj@us.fo, tlf. 234346.

 

Til ber at søkja starvið her. 

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan heldur til á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, til at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her

 

Lagt út tann
18. des. 2024
Starv
Starvsfólk til umhvørviskanningar
Starvsheiti
Starvsfólk til umhvørviskanningar
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Vernd
Umsóknarfreist
17. jan. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor