fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

11. sep. 2026
Skógrøktari í barnsburðarfarloyvisstarv

Starv sum skógrøktari hjá Skógrøkt er leyst at søkja. Talan er um eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

 

Um Skógrøkt 

Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Framleiðslan ber í sær miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum og gagna lívfrøðiliga margfeldinum. Framleiðslan fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, eins og sølan eisini er har. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum, sum eru Skógfriðaðar.

 

 Arbeiðsuppgávur 

  • at leggja ætlanir saman við leiðaranum fyri røkt av viðarlundum kring landið 

  • at tryggja, at so nógv sum gjørligt av úrdráttum úr viðarlundunum kemur til høldar   

Harafturat eru dagligu arbeiðsuppgávurnar m.a. planting, skráseting, tynning, felling, tilskering og vørumenning av føroyskum viðarvøkstri. Væntast kann, at aðrar fyrifallandi uppgávur eru partar av starvinum, bæði á Gróðurstøðini og í viðarlundunum, ið Skógrøkt varðar av.

 

Førleikar 

Vit vænta, at tú 

  • hevur útbúgving sum skov- og naturteknikari, gartnari ella gróðursetufólk. Onnur við handverksligari útbúgving ella við viðkomandi útbúgving saman við royndum, skeiðum/prógvum innan plantur, skóg, felling, ið kunnu sammetast við útbúgvingina, eru vælkomin at søkja.

  • hevur koyrikort B

  • ert fyrikomandi 

Starvið er í stóran mun runt um í Føroyum, og tí er umráðandi at tann setti kann arbeiða sjálvstøðugt og megnar sjálvstøðugt at leggja arbeiðið til rættis.

Tað kann verða ein fyrimunur um tú dugir at koyra við maskinum og hevur royndir við at fella trøð.

 

Setanarviðurskifti 

Starvið verður sett 1. desembur ella eftir avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, og er starvstíðin tí tíðaravmarkað tillagað farloyvistíðarskeiðinum og í mesta lagið eitt ár.

Løn og setanartreytir eru sambært  Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík, men arbeitt verður í viðarlundunum í Føroyum. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.  

 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 4. Oktober 2026.  

 

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, virkandi deildarleiðara, tlf. 234305. 

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

 

Umsóknarfreist: 04. okt. 2026
11. sep. 2026
Gartnari til Skógrøkt

Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Skógrøkt.

 

Starvið fevnir um

  • plantualing og -røkt,

  • ráðgeving og vegleiðing,

  • luttaka í plantusøluni

 

Harafturat kemur tú at luttaka í dagliga virkseminum á Skógrøkt. 

 

Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Framleiðslan ber í sær miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum og gagna lívfrøðiliga margfeldinum. Framleiðslan fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, eins og sølan eisini er har. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum, sum eru Skógfriðaðar.

 

Førleikar 

Vit vænta, at tú: 

  • ert útbúgvin gartnari, vakstrarhúsgartnari, gróðurstøðargartnari ella havamiðstaðargartnari

  • dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt 

  • ert ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi

  • hevur góð evni at samstarva og samskifta 

 

Setan 

Starvið verður sett skjótast tilber.

Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðið kann av og á fevna um skeivar arbeiðstíðir, langar arbeiðsdagar og arbeiði í vikuskiftinum. 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fìggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík.

Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.  

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 11. oktober  2026.  

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, virkandi deildarleiðara á telefon 234305.

  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her

 

Umsóknarfreist: 11. okt. 2026
Sjálvboðin umsókn

Umhvørvisstovan tekur imóti sjálvbodnum umsóknum. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast við at trysta á "Søk nú".

Tá tú sendir okkum eina sjálvboðna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 12 mánaðir.

 

Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor