fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

10. mar. 2026
Deildarleiðari til Skógrøkt

Skógrøkt hevur tørv á dugnaligum deildarleiðara. Uppgávurnar hjá Skógrøkt fevna um at skipa royndar- og alivirksemi og sølu av plantu- og viðarvøkstri. Virksemið byggir á miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum. Royndar- og alivirksemi fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, har plantusølan eisini er staðsett. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum sum eru skógfriðaðar eftir lógini um viðarlundir.

 

Vit vænta, at tú sum deildarleiðari hevur víðfevnda og holla vitan um plantu- og viðarvøkstur.

 

Harafturat vænta vit, at tú hevur førleika og áræði at fremja hesi mál, at:

  • økja um áhugan fyri træplanting, viðarlundum og føroyskum upprunavøkstri

  • vitanin frá royndarvirkseminum, sum Skógrøkt fær til høldar, verður skjalfest og almannakunnug 

  • styrkja og røkja innlendis og millumlanda samstørv, og luta vitan um mennandi planturoyndir og náttúrurøkt

  • veita fakliga ráðgeving um plantuvøkstur

  • víðka um úrvalið av føroyskt aldum vørum

  • Skógrøkt verður sjónlig í almenna rúminum

 

Vit ynskja ein savnandi leiðara, sum dugir at menna hvørt einstakt starvsfólk og skapa góðar og mennandi arbeiðsumstøður. Leiðarin fær eisini ábyrgd av at tryggja, at vitanin og virksemið á Skógrøkt kann gagna øðrum nærtengdum uppgávum, t.d. innan náttúruskráseting og -fyrisiting. Í heildarmetingini kann serstakur kunnleiki til plantur í føroysku náttúruni verða ein fyrimunur. 

 

Vit vænta, at nýggi deildarleiðarin hevur leiðsluroyndir og megnar at skipa royndar- og alivirksemið og reka handilsliga virksemið skynsamt og munadygt. Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar fakligu førleikar og royndir fyri at røkja starvið. Harafturat at tú greiðir frá tínum leiðsluroyndum og hugsjónum um, hvussu tú fert at fremja eitt gott og kveikjandi arbeiðsumhvørvi. 

 

Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. apríl 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo. 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. 

 

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, skógrøkt, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Umsóknarfreist: 07. apr. 2026
12. feb. 2026
Skrivstovufulltrúi til Landsfólkayvirlitið í eitt barnsburðarfarloyvisstarv

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og nærløgdum starvsfelaga til barnsburðarfarloyvisstarv í Landsfólkayvirlitinum. Landsfólkayvirlitið stovnar og umsitur p-tøl og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur eitt p-tal. Landsfólkayvirlitið er serliga týðandi skrá fyri føroyska samfelagið og ein fortreyt fyri, at aðrar almennar og privatar skipanir kunnu virka til fulnar. Tað er tí av alstórum týdningi, at raksturin av Landsfólkayvirlitinum er støðugur og tryggur, og at upplýsingarnar eru rættar og atkomuligar.

 

Arbeiðið snýr seg millum annað um, at:

  • eftirkanna, góðkenna og dagføra skrásetingar í Landsfólkayvirlitinum

  • svara fyrispurningum umvegis móttøku, telefon og teldupost frá borgarum og viðskiftafólki

  • samskifta við viðskiftafólk, ið halda Landsfólkayvirlitið dagført. Tey eru millum annað Landssjúkrahúsið, kommunur, Taks, Fólkakirkjan, Sorinskrivarin og Familjufyrisitingin

  • leita fram upplýsingar í skjalasavnstilfari hjá Landsfólkayvirlitinum

  • røkja aðrar uppgávur eftir tørvi

 

Tú fært neyðuga upplæring í arbeiðsuppgávunum.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan skrivstovuyrkið, ella viðkomandi royndir sum, saman við útbúgving, kunnu sammetast við omanfyri nevnda.

Vísandi til týdningin av arbeiðsøkinum er tað umráðandi, at tú ert álítandi, nærløgd/lagdur og skipað/ur. Harafturat kemur tú dagliga at samskifta við onnur, og tí hevur tað stóran týdning, at tú hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Vit vænta, at tú megnar at samskifta á føroyskum og enskum í skrift og talu. Tað er umráðandi, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Arbeiðið fer fram í KT-skipanum og tí er neyðugt at hava vanligar telduførleikar.

Royndir frá almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur í samlaðu metingini.

 

Setanarviðurskifti 

Starvið er fulltíðarstarv at byrja eftir avtalu. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv, og starvið er tíðaravmarkað og kann væntast at vara til juni 2027, møguliga longur.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argjum. 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 8. mars 2026.  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á teldupostin malenej@us.fo ella á telefonnummar: +298 342431. 

 

Um Landsfólkayvirlitið

Lógin um Landsfólkayvirlit hevur til endamáls at tryggja at øll, ið eru fødd í Føroyum, eru flutt til Føroyar, ella skulu skattaviðgerast í Føroyum hava eitt persónstal. Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal. Eisini er uppgávan at tryggja, at hvør einstakur verður skrásettur á tí bústaði, har hann veruliga býr ella heldur til. Harafturat er endamálið at tryggja, at upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum, ið hava heimilaðan áhuga í hesum.

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Umsóknarfreist: 08. mar. 2026
05. feb. 2026
Starvsfólk til náttúru- og umhvørvisvernd í eitt barnsburðarfarloyvisstarv

Umhvørvisstovan søkir eftir náttúru- og umhvørvisviðgera til eitt barnsburðarfarloyvisstarv at varða av millum annað umhvørvisgóðkenningum og eftirliti. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið. 

 

Um starvið 
Umframt at arbeiða við umhvørvisgóðkenningum og eftirliti fert tú at arbeiða innan eitt ella fleiri av okkara arbeiðsøkjum. Hesi eru millum annað: 

  • burturkast 

  • Serliga dálkandi virki 

  • fyribyrging og týning av rottu 

  • kanningar av luft 

  • kommunalt spillivatn 

  • náttúruvernd/náttúrumargfeldi 

  • orkuverkætlanir 

  • svimjihyljar 

  • verkætlanir á sjónum 

 

Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga. 

 

Førleikar 
Vit vænta, at 

  • tú hevur hægri náttúruvísindaliga ella aðra viðkomandi útbúgving 

  • tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og enskum 

  • tú hevur áhuga fyri og kunnleika til náttúru og umhvørvi 

  • tú ert nærløgd/nærlagdur, skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt 

  • tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni 

  • tú hevur góðar telduførleikar 

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting og málsviðgerð. 

 

Setanarviðurskifti 
Starvið er fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv, og starvið er tíðaravmarkað, og kann væntast at vara til februar 2027 møguliga longur, og í mesta lagi til mai 2027. 

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya, ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argjum. 

 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 8. mars 2026 

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346 ella Katrin Haraldsdóttir Jensen, teldupostur katrinhj@us.fo, tlf. 234342. 

 

Um arbeiðsøkið 

Við støði í millum annað umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, náttúruverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum, arbeiðir deildin Vernd við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi. Arbeiðið fevnir um eitt nú at veita umhvørvisgóðkenningar til serliga dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar, umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. 

 

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.  

 

 

 

Umsóknarfreist: 08. mar. 2026
29. jan. 2026
Barnsburðarfarloyvisstarv fyri skrivstovufólk á Stjórnarskrivstovuni

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki til Stjórnarskrivstovuna í eitt barnsburðarfarloyvisstarv. Stjórnarskrivstovan er stápseind á Umhvørvisstovuni og hevur ábyrgd av tvørgangandi viðurskiftum á stovninum. Hetta fevnir m.a. um starvsfólkaviðurskifti, innan- og uttanhýsis samskifti, KT-support og KT-trygd, journal, fíggjarviðurskifti, móttøku, reingerð og viðlíkahald.  

  

Starvið 

Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú hevur møguleika at menna teg í starvinum. Tínar høvuðsuppgávur vera millum annað at:  

  • svara fyrispurningum um matrikulerar broytingar og tinglýsing 

  • luttaka í uppgávum á Landsfólkayvirlitinum og í sambandi við vápnaskráseting, tá tørvur er á tí 

  • journalisera og taka lut í fyrifallandi skrivstovuuppgávum 

  • loysa av í móttøkuni, tá tørvur er á tí 

  • fyrireika fundir 

  • málsviðgera umsóknir um endurrindan av MVG 

  • loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur 

  

Førleikar  

Vit vænta at tú: 

  • hevur skrivstovuútbúgving 

  • ert tænastusinnað/ur 

  • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk 

  • dugir at tosa og skriva á føroyskum 

  • dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt 

  

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting. 

  

Setan  

Starvið er fulltíðarstarv, ella sambært avtalu, og verður sett hálvan apríl, ella sambært avtalu. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv, og er tíðaravmarkað til apríl 2027. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. mars 2026. 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna Lamhauge á telefon +298 342425 ella við telduposti til HogniL@us.fo

  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.   

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.   

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

 

Umsóknarfreist: 04. mar. 2026
23. jan. 2026
Fulltrúi til stjórnarskrivstovuna

Sum fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni verður tín høvuðsuppgáva at tryggja, at  Stjórnarskrivstovan virkar sum ein savnað, samskipandi eind, sum veitir munadygga og rættstundis tænastu, bæði innan- og uttanhýsis. Arbeiðsøkini á Stjórnarskrivstovuni eru millum annað HR, fíggjarstýring, journal, KT-rakstur, kundatænasta, húsarakstur umframt aðrar fastar og fyrifallandi uppgávur. Sum fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við HR- og samskiftisfulltrúan.

 

Tínar uppgávur verða millum annað at:  

  • umsita starvs- og lønarviðurskifti 
  • samskipa KT-rakstur og viðlíkahald 
  • tryggja støðugt og neyvt journalhald 
  • tryggja eitt høgt og professionelt tænastustøði í móttøkuni 
  • virka fyri burðardyggum rakstri og skynsamari fíggjarstýring 
  • tryggja støðuga menning á starvsfólkaøkinum 
  • samskipa uppgávur innan húsarakstur og viðlíkahald 
  • gera innanhýsis mannagongdir og vegleiðingar 
  • samskipa ymiskar fyrifallandi uppgávur, sum verða lagdar til Stjórnarskrivstovuna  

 

Tú kemur, saman við HR- og samskiftisfulltrúanum, at mynda Stjórnarskrivstovuna og at ganga á odda fyri at menna tænastustøðið hjá stovninum. Starvið hevur tilvísing til ovastu leiðslu.  

 

Førleikar  

Vit ímynda okkum at tú  

  • hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstøði frá hægri lærustovni 
  • hevur kunnleika til galdandi reglur, lógir og sáttmálar í almennari starvsfólkafyrisiting 
  • megnar at geva leiðsluni skikkaða vegleiðing innan starvsfólkaøkið 
  • hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum bæði í talu og skrift 
  • hevur viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini 

 
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk, torir at ganga á odda og leggur dent á gott samstarv. Eisini kemur tú at arbeiða á starvsfólkaøkinum, har tað er av stórum týdningi, at tú ert skipað/ur og nærløgd/lagdur í tínum arbeiði. 

Tað er umráðandi at tú trívst í toymissamstarvi, og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er umráðandi, at tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, megnar at skapa yvirlit og trívst í einum skiftandi gerandisdegi við nógvum ymiskum uppgávum. 

Í samlaðu metingini verða royndir við HR uppgávum, lønarviðurskiftum, journalhaldi og kundatænastu mettar sum fyrimunir. 

 

Setan 

Starvið er fulltíðarstarv. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.   

Umsóknarfreistin er 10. februar 2026. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, sigurdj@us.fo, tlf. 234388.

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.   

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.  

 

Umsóknarfreist: 10. feb. 2026
Sjálvboðin umsókn

Umhvørvisstovan tekur imóti sjálvbodnum umsóknum. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast við at trysta á "Søk nú".

Tá tú sendir okkum eina sjálvboðna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 12 mánaðir.

 

Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor