fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Barnsburðarfarloyvisstarv fyri skrivstovufólk á Stjórnarskrivstovuni

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki til Stjórnarskrivstovuna í eitt barnsburðarfarloyvisstarv. Stjórnarskrivstovan er stápseind á Umhvørvisstovuni og hevur ábyrgd av tvørgangandi viðurskiftum á stovninum. Hetta fevnir m.a. um starvsfólkaviðurskifti, innan- og uttanhýsis samskifti, KT-support og KT-trygd, journal, fíggjarviðurskifti, móttøku, reingerð og viðlíkahald.  

  

Starvið 

Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú hevur møguleika at menna teg í starvinum. Tínar høvuðsuppgávur vera millum annað at:  

  • svara fyrispurningum um matrikulerar broytingar og tinglýsing 

  • luttaka í uppgávum á Landsfólkayvirlitinum og í sambandi við vápnaskráseting, tá tørvur er á tí 

  • journalisera og taka lut í fyrifallandi skrivstovuuppgávum 

  • loysa av í móttøkuni, tá tørvur er á tí 

  • fyrireika fundir 

  • málsviðgera umsóknir um endurrindan av MVG 

  • loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur 

  

Førleikar  

Vit vænta at tú: 

  • hevur skrivstovuútbúgving 

  • ert tænastusinnað/ur 

  • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk 

  • dugir at tosa og skriva á føroyskum 

  • dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt 

  

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting. 

  

Setan  

Starvið er fulltíðarstarv, ella sambært avtalu, og verður sett hálvan apríl, ella sambært avtalu. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv, og er tíðaravmarkað til apríl 2027. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. mars 2026. 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna Lamhauge á telefon +298 342425 ella við telduposti til HogniL@us.fo

  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.   

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.   

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

 

Lagt út tann
29. jan. 2026
Starv
Barnsburðarfarloyvisstarv fyri skrivstovufólk á Stjórnarskrivstovuni
Starvsheiti
Barnsburðarfarloyvisstarv fyri skrivstovufólk á Stjórnarskrivstovuni
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Stjórnarskrivstova
Umsóknarfreist
04. mar. 2026
Byrjunardagur
15. apr. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor