fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til náttúru- og umhvørvisvernd í eitt barnsburðarfarloyvisstarv

Umhvørvisstovan søkir eftir náttúru- og umhvørvisviðgera til eitt barnsburðarfarloyvisstarv at varða av millum annað umhvørvisgóðkenningum og eftirliti. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið. 

 

Um starvið 
Umframt at arbeiða við umhvørvisgóðkenningum og eftirliti fert tú at arbeiða innan eitt ella fleiri av okkara arbeiðsøkjum. Hesi eru millum annað: 

  • burturkast 

  • Serliga dálkandi virki 

  • fyribyrging og týning av rottu 

  • kanningar av luft 

  • kommunalt spillivatn 

  • náttúruvernd/náttúrumargfeldi 

  • orkuverkætlanir 

  • svimjihyljar 

  • verkætlanir á sjónum 

 

Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga. 

 

Førleikar 
Vit vænta, at 

  • tú hevur hægri náttúruvísindaliga ella aðra viðkomandi útbúgving 

  • tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og enskum 

  • tú hevur áhuga fyri og kunnleika til náttúru og umhvørvi 

  • tú ert nærløgd/nærlagdur, skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt 

  • tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni 

  • tú hevur góðar telduførleikar 

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting og málsviðgerð. 

 

Setanarviðurskifti 
Starvið er fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv, og starvið er tíðaravmarkað, og kann væntast at vara til februar 2027 møguliga longur, og í mesta lagi til mai 2027. 

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya, ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argjum. 

 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 8. mars 2026 

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346 ella Katrin Haraldsdóttir Jensen, teldupostur katrinhj@us.fo, tlf. 234342. 

 

Um arbeiðsøkið 

Við støði í millum annað umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, náttúruverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum, arbeiðir deildin Vernd við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi. Arbeiðið fevnir um eitt nú at veita umhvørvisgóðkenningar til serliga dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar, umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. 

 

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.  

 

 

 

Lagt út tann
05. feb. 2026
Starv
Starvsfólk til náttúru- og umhvørvisvernd í eitt barnsburðarfarloyvisstarv
Starvsheiti
Starvsfólk til náttúru- og umhvørvisvernd í eitt barnsburðarfarloyvisstarv
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Vernd
Umsóknarfreist
08. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor