fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufulltrúi til Landsfólkayvirlitið í eitt barnsburðarfarloyvisstarv

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og nærløgdum starvsfelaga til barnsburðarfarloyvisstarv í Landsfólkayvirlitinum. Landsfólkayvirlitið stovnar og umsitur p-tøl og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur eitt p-tal. Landsfólkayvirlitið er serliga týðandi skrá fyri føroyska samfelagið og ein fortreyt fyri, at aðrar almennar og privatar skipanir kunnu virka til fulnar. Tað er tí av alstórum týdningi, at raksturin av Landsfólkayvirlitinum er støðugur og tryggur, og at upplýsingarnar eru rættar og atkomuligar.

 

Arbeiðið snýr seg millum annað um, at:

  • eftirkanna, góðkenna og dagføra skrásetingar í Landsfólkayvirlitinum

  • svara fyrispurningum umvegis móttøku, telefon og teldupost frá borgarum og viðskiftafólki

  • samskifta við viðskiftafólk, ið halda Landsfólkayvirlitið dagført. Tey eru millum annað Landssjúkrahúsið, kommunur, Taks, Fólkakirkjan, Sorinskrivarin og Familjufyrisitingin

  • leita fram upplýsingar í skjalasavnstilfari hjá Landsfólkayvirlitinum

  • røkja aðrar uppgávur eftir tørvi

 

Tú fært neyðuga upplæring í arbeiðsuppgávunum.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan skrivstovuyrkið, ella viðkomandi royndir sum, saman við útbúgving, kunnu sammetast við omanfyri nevnda.

Vísandi til týdningin av arbeiðsøkinum er tað umráðandi, at tú ert álítandi, nærløgd/lagdur og skipað/ur. Harafturat kemur tú dagliga at samskifta við onnur, og tí hevur tað stóran týdning, at tú hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Vit vænta, at tú megnar at samskifta á føroyskum og enskum í skrift og talu. Tað er umráðandi, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Arbeiðið fer fram í KT-skipanum og tí er neyðugt at hava vanligar telduførleikar.

Royndir frá almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur í samlaðu metingini.

 

Setanarviðurskifti 

Starvið er fulltíðarstarv at byrja eftir avtalu. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv, og starvið er tíðaravmarkað og kann væntast at vara til juni 2027, møguliga longur.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argjum. 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 8. mars 2026.  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á teldupostin malenej@us.fo ella á telefonnummar: +298 342431. 

 

Um Landsfólkayvirlitið

Lógin um Landsfólkayvirlit hevur til endamáls at tryggja at øll, ið eru fødd í Føroyum, eru flutt til Føroyar, ella skulu skattaviðgerast í Føroyum hava eitt persónstal. Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal. Eisini er uppgávan at tryggja, at hvør einstakur verður skrásettur á tí bústaði, har hann veruliga býr ella heldur til. Harafturat er endamálið at tryggja, at upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum, ið hava heimilaðan áhuga í hesum.

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Lagt út tann
12. feb. 2026
Starv
Skrivstovufulltrúi til Landsfólkayvirlitið í eitt barnsburðarfarloyvisstarv
Starvsheiti
Skrivstovufulltrúi til Landsfólkayvirlitið í eitt barnsburðarfarloyvisstarv
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Tinglýsing og LFY
Umsóknarfreist
08. mar. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor