Starvsfólk til náttúruskráseting
Umhvørvisstovan hevur tørv á dugnaligum starvsfólki at vera við til at leggja lunnar undir skipaðum arbeiði at kortleggja og virðismeta náttúru.
Løgtingslóg um náttúruvernd varð sett í gildi 1. januar 2024. Endamálið við løgtingslógini er at røkja margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini. Kapitul 4 í lógini ásetur, hvørjar heimildir landsstýrisfólkið hevur at verja náttúruøkir.
Vit sóknast eftir starvsfólki, sum hevur førleikar innan náttúrufyrisiting og -skráseting og sum á skipaðan hátt kann, saman við øðrum, menna ein skynsaman leist til skráseting og kortlegging av náttúru- og fríøkjum. Talan er um nýtt og spennandi starv.
Uppgávurnar fevna um at:
fáa til vega ein skipaðan leist at skráseta og virðismeta náttúru
menna og fremja GIS skráseting av náttúru og náttúruvirðum
savna yvirlit yvir og lýsa plantu- og viðarvøkstur sum hóskar til føroyska veðurlagið
hava umsjón við náttúruøkjum og frílendum, sum eru vard
luttaka í menning av skipan til aling av plantu- og viðarvøkstri
luttaka í fyrireiking av økisverndarmálum
greina samvirkan millum gróðurseting og náttúru
aðrar til starvsøkið viðkomandi uppgávur
Vit vænta at tú:
hevur viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving á masterstigi
hevur góðar førleikar at arbeiða við GIS
hevur áhuga fyri og kunnleika til náttúru og umhvørvi
hevur sjálvstøðugt arbeiðslag og góð samstarvsevni
ert nærløgd/nærlagdur og skipað/ur
ert stinn/ur í føroyskum og enskum máli á skrift og í talu
Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar førleikar og royndir at røkja starvið, og at tú greiðir frá tínum hugsjónum um endamálið við nátturuskráseting og tínum væntanum til arbeiðið.
Starvssetanin er samstarv millum deildirnar Skógrøkt og Vernd á Umhvørvisstovuni. Arbeiðsstaður er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.