fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk at arbeiða í viðarlundum í Havn

Skógrøkt hevur tørv á dugnaligum starvsfólki at arbeiða í viðarlundunum í Tórshavnar kommunu.

Í høvuðsheitum er talan um viðarlundirnar og fríøkini í Gundadali, í Kerjum, í Grið, í Havnardali og í Hoydølum. Tú verður við til at tryggja, at viðarlundirnar eru væl hildnar, tryggar og innbjóðandi hjá vitjandi.

Uppgávurnar fevna m.a. um at:

-          hava umsjón við viðarlundunum, herundir rudding av burturkasti og øðrum

-          røkja og viðlíkahalda grøn økir, runnar og annan trævøkstur

-          fremja vanligt viðlíkahald av gøtum, girðingum, beinkjum v.m.

-          fylgja við støðuni í økjunum og boða frá tørvi á ábøtum og átøkum í viðarlundunum

-          taka lut í átøkum at  menna og skipa viðarlundirnar, herundir nýplanting og betran av grønum økjum

 

Arbeiðið er í stóran mun praktiskt og fer fram úti í viðarlundunum, og tí er týdningarmikið, at tú trívist við kropsligum arbeiði og við skiftandi arbeiðsumstøðum.

 

Tann, ið verður sett/ur kemur í stóran mun at arbeiða sjálv/ur í viðarlundunum. Tó verður arbeitt í toymum, tá størri uppgávur skulu fremjast.

 

Umframt arbeiðið í viðarlundunum kemur tú at luttaka í uppgávum eftir tørvi á virkisøkinum hjá Skógrøkt.

 

Vit vænta, at tú

  • ert ábygdarfull/ur og dugir væl at leggja tínar arbeiðsuppgávur til rættis

  • ert von/vanur ella hevur áhuga í at arbeiða úti í skiftandi veðri

  • hevur koyrikort B

  • ert sinnað/ur at koyra ella læra at koyra traktorar og aðrar maskinur

  • hevur royndir ella áhuga í at fara væl um maskinur, og kann fremja vanligt viðlíkahald av hesum.

 

Tað er umráðandi, at tú hevur umhugsni og vísir virðing fyri teimum, sum brúka viðarlundirnar, umframt at tú hevur áhuga fyri, at viðarlundirnar eru væl røktar.

 

Tað er ikki avgerandi, hvørja útbúgving tú hevur, men tað er týdningarmikið, at tú hevur gott eyga fyri smálutum, dámar at arbeiða uttandura og hevur hug og hegni at halda øki snøgg og væl røkt.

 

Talan er um fast fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Jónu Káradóttir Lisberg, virkandi deildarleiðara, tlf. 234305 ella við telduposti á jonakl@us.fo.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

 

Um Skógrøkt

Uppgávurnar hjá Skógrøkt fevna um at skipa royndar- og alivirksemi og sølu av plantu- og viðarvøkstri. Virksemið byggir á miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum. Royndar- og alivirksemi fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, har plantusølan eisini er staðsett. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum sum eru skógfriðaðar eftir lógini um viðarlundir.

 

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, skógrøkt, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

 

Lagt út tann
19. mai 2026
Starv
Starvsfólk at arbeiða í viðarlundum í Havn
Starvsheiti
Starvsfólk at arbeiða í viðarlundum í Havn
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Skógrøkt
Umsóknarfreist
16. jun. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor