fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Samskiftisfólk til Umhvørvisstovuna (parttíðarstarv)

Umhvørvisstovan søkir eftir einum dugnaligum og skapandi starvsfólki at arbeiða saman við samskiftisfólkinum á stovninum. Høvuðsuppgávan verður at framleiða tilfar til sosialar miðlar í tøttum samstarvi við samskiftisfólkinum og øðrum starvsfólkum á stovninum.

 

Starvið

Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú fært møguleika at menna teg í starvinum.

Høvuðsuppgávurnar verða millum annað at:

  • framleiða tilfar til Instagram, Facebook, LinkedIn og heimasíður

  • greina dátur í sambandi við samskifti

  • luttaka í tiltøkum og kunningarátøkum

  • sparra við samskiftisfólkinum um møgulig samskiftisátøk

  • leggja tilfar á heimasíður og innannetið

Starvið er upp til 15 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, og tí hóskar starvið væl, um tú til dømis ert lesandi ella hevur eitt parttíðarstarv.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú:

  • ert áhugað/ur í samskifti

  • hevur hug og hegni at umsita sosialar miðlar

  • dugir sera væl at skriva og málbera teg á føroyskum

  • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk

  • ert nærløgd/lagdur, dugir at leggja arbeiðið til rættis og kanst arbeiða sjálvstøðugt

  • fylgir gongdini, tá ið tað snýr seg um rák á sosialum miðlum

  • torir at siga tína hugsan

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við grafiskari uppseting.

 

Setan

Starvið er upp til 15 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn, prógv, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. august 2026.

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Báru Akselsdóttir Haraldsen, fulltrúa, á telefon +298 234387 ella við telduposti til barah@us.fo. 

  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.   

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.   

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

Lagt út tann
02. jul. 2026
Starv
Samskiftisfólk til Umhvørvisstovuna (parttíðarstarv)
Starvsheiti
Samskiftisfólk til Umhvørvisstovuna (parttíðarstarv)
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Stjórnarskrivstova
Umsóknarfreist
02. aug. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor