fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til umhvørviskanningar (Barnsburðarfarloyvi)

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til at gera umhvørviskanningar innan altjóða verkætlanina Arctic Monitoring and Assessment Progamme (AMAP). Talan er um eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

AMAP er ein verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fylgja við dálkingarstøðuni í umhvørvinum í arktiska økinum. Til ber at lesa meira um AMAP-verkætlanina her.

 

Verkætlanin snýr seg um at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Arbeiðið fevnir m.a. um at taka sýni, viðgera dátur, umframt ymisk fyrifallandi arbeiði. Miðling, herundir at skriva frágreiðingar, greinar og aðra miðling av úrslitum, eru partar av starvinum. Starvið er skipað á deildini Vernd, og tú verður partur av granskingartoyminum á Umhvørvisstovuni.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú innan lívfrøði, evnafrøði ella líknandi.

Tað er umráðandi, at tú hevur tøkniligt tev og hevur lætt við at seta teg inn í forrit og skipanir.

Vit vænta, at tú megnar at samskifta á føroyskum, og dugir væl at skriva á enskum máli, er nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort B.

Førleikar innan dátuviðgerð og forrit, sum t.d. R og/ella SQL, kann verða ein fyrimunur.

 

Setan

Starvið er eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, og er starvstíðin tí tíðaravmarkað tillagað farloyvistíðarskeiðinum og í mesta lagi eitt ár.

Starvsbyrjan er 6. november 2026 ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrina Hoydal, umhvørvisgranskara og toymisleiðara, teldupostur katrinh@us.fo, tlf.  234371, ella Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346.

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Høvuðsskrivstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, til at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

 

Lagt út tann
08. sep. 2026
Starv
Starvsfólk til umhvørviskanningar (Barnsburðarfarloyvi)
Starvsheiti
Starvsfólk til umhvørviskanningar (Barnsburðarfarloyvi)
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Vernd
Umsóknarfreist
01. okt. 2026
Starvstíð
06. nov. 2026 - 01. nov. 2027
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor