Skógrøktari í barnsburðarfarloyvisstarv
Starv sum skógrøktari hjá Skógrøkt er leyst at søkja. Talan er um eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.
Um Skógrøkt
Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Framleiðslan ber í sær miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum og gagna lívfrøðiliga margfeldinum. Framleiðslan fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, eins og sølan eisini er har. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum, sum eru Skógfriðaðar.
Arbeiðsuppgávur
at leggja ætlanir saman við leiðaranum fyri røkt av viðarlundum kring landið
at tryggja, at so nógv sum gjørligt av úrdráttum úr viðarlundunum kemur til høldar
Harafturat eru dagligu arbeiðsuppgávurnar m.a. planting, skráseting, tynning, felling, tilskering og vørumenning av føroyskum viðarvøkstri. Væntast kann, at aðrar fyrifallandi uppgávur eru partar av starvinum, bæði á Gróðurstøðini og í viðarlundunum, ið Skógrøkt varðar av.
Førleikar
Vit vænta, at tú
hevur útbúgving sum skov- og naturteknikari, gartnari ella gróðursetufólk. Onnur við handverksligari útbúgving ella við viðkomandi útbúgving saman við royndum, skeiðum/prógvum innan plantur, skóg, felling, ið kunnu sammetast við útbúgvingina, eru vælkomin at søkja.
hevur koyrikort B
ert fyrikomandi
Starvið er í stóran mun runt um í Føroyum, og tí er umráðandi at tann setti kann arbeiða sjálvstøðugt og megnar sjálvstøðugt at leggja arbeiðið til rættis.
Tað kann verða ein fyrimunur um tú dugir at koyra við maskinum og hevur royndir við at fella trøð.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. desembur ella eftir avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, og er starvstíðin tí tíðaravmarkað tillagað farloyvistíðarskeiðinum og í mesta lagið eitt ár.
Løn og setanartreytir eru sambært Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík, men arbeitt verður í viðarlundunum í Føroyum. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 4. Oktober 2026.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónu Lisberg, virkandi deildarleiðara, tlf. 234305.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.