fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Gartnari til Skógrøkt fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi

Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Gróðurstøðina í Hoydølum fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Gróðustøðin alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur í Miðhoydølum.

Starvið fevnir um plantualing og -røkt og um aliroyndir og arboretvirksemi. Ráðgeving og søla er eisini partur av starvinum.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú

-       hevur útbúgving sum gartnari, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving

-       ert fyrikomandi

-       dugir at leggja arbeiðið til rættis

-       dugir at arbeiða sjálvstøðugt og eisini væl saman við øðrum

Tað er ein fyrimunur, um tú kanst vísa á viðkomandi royndir, ella aðrar handverksligar royndir.

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett 1. mars 2024, ella skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 1. mai 2025 fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið er fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri niðursettari tíð. Arbeiðið umfatar av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar, umframt leygardagar. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 12. februar 2024. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Rakul Arnfríð Dam, deildarleiðara, tlf. 234363.

 

Um Skógrøkt

Skógrøkt er eitt arbeiðspláss við fjøltáttaðum virksemi. Høvuðsuppgávurnar eru at røkja viðarlundir og menna plantuvøkstur, sum gagnar føroyska samfelagnum. Vit savna vitan og ala fram trø og runnar, sum hóska til veðurlag og vakstrarumstøður annars í Føroyum.

Skógrøktin er deild undir Umhvørvisstovuni og er staðsett á Gróðurstøðini í Hoydølum.

 

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

 

Lagt út tann
23. jan. 2024
Starv
Gartnari til Skógrøkt fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi
Starvsheiti
Gartnari til Skógrøkt fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Skógrøkt
Umsóknarfreist
12. feb. 2024
Starvstíð
Skjótast gjørligt - 01. mai 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor