fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til innsavning av náttúru- og umhvørvisdátum (barnsburðarfarloyvisstarv)

Umhvørvisstovan leitar eftir dugnaligum avloysara at savna inn og skráseta upplýsingar um náttúru og umhvørvi bæði á landi og á sjónum, sum eru fingnar til vega á ymsan hátt - talan er um bæði gamlar og nýggjar dátur. Starvið er liður í at byggja upp eina vitanargrundaða náttúru- og umhvørvisfyrisiting. 

 

Starvið 

Starvið fevnir um skipaða innsavning og skráseting av náttúru- og umhvørvisdátum, har tú verður partur av arbeiðinum at uppbyggja ein metadátugrunn. Hetta inniber at samskifta við viðkomandi stovnar og granskarar og virka fyri, at metadátur verða skrásettar, so tær m.a. kunnu nýtast í náttúru- og umhvørvisfyrisitingini. Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið. 

  

Førleikar 

Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú innan lívfrøði, verkfrøði, samfelagsfrøði ella líknandi. Tú ert skipað/ur, hevur góðar tekniskar førleikar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert von/vanur at samskifta við ymisk fólk. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at menna og arbeiða við dátugrunnum, og at viðgera og greina dátur. Kunnleiki og royndir við GIS-skipanum eru eisini fyrimunir. 

 

Setan 

Starvið er fulltíðarstarv. Starvið er tíðaravmarkað til týsdagin 6. januar 2026. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum. 

   

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. februar 2025. 

  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur SiggaJ@us.fo, tlf. 234346. 

  

Til ber at søkja starvið her

  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum.  

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.  

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.  

 

Lagt út tann
05. feb. 2025
Starv
Starvsfólk til innsavnan av náttúru- og umhvørvisdátum (barnsburðarfarloyvisstarv)
Starvsheiti
Starvsfólk til innsavning av náttúru- og umhvørvisdátum (barnsburðarfarloyvisstarv)
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Vernd
Umsóknarfreist
20. feb. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor