Lesandi til sosialar miðlar og samskifti
Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og skapandi lesandi til at arbeiða saman við samskiftisfólkinum á stovninum. Tann lesandi fær í høvuðsheitinum ábyrgd av at framleiða tilfar til sosialar miðlar í tøttum samstarvi við samskiftisfólkið umframt onnur starvsfólk á stovninum, eitt nú innan umhvørvisvernd og orkuráðgeving.
Starvið
Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, og tú fært møguleika at menna teg í starvinum. Høvuðsuppgávurnar vera millum annað at:
framleiða tilfar til Instagram, Facebook og LinkedIN
greina dátur í sambandi við samskifti
luttaka í tiltøkum og kunningarátøkum
sparra við samskiftisfólkið um møgulig samskiftisátøk.
leggja tilfar á heimasíður (us.fo og orka.fo) og innannetið
Førleikar
Vit vænta at tú:
ert undir hægri útbúgving
hevur royndir við at umsita sosialar miðlar
dugir sera væl at skriva og málbera teg á føroyskum
ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
hevur fingurin á pulsinum, tá tað snýr seg um rák á sosialum miðlum
torir at siga tína hugsan
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan grafiska uppseting.
Setan
Starvið er 10 tímar um vikuna ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2025.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Báru Akselsdóttir Haraldsen á telefon +298 234387 ella við telduposti til barah@us.fo.
Til ber at søkja starvið her.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.
Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.
Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.